Innanlands

Fuglafjarðar kommuna er nú partur av Talgildu Føroyum

Kommunan rindar íløguna yvir tvey ár

Dávur Juul, borgarstjóri, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður

Dávur Juul, borgarstjóri, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður

2022-01-07 22:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinnapartin í dag undirskrivaðu Dávur Juul, borgarstjóri, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, undir samstarvsavtalu um Talgildu Føroyar. Fuglafjarðar kommuna er sostatt 21. kommunan í Føroyum, sum ger hesa avtalu við Fíggjarmálaráðið. Tórshavnar kommuna hevur verið við frá byrjan. 

Verkætlanin Talgildu Føroyar byrjaði í 2015 og hevur til endamáls, at talgilda tænastur til borgarar, vinnuna og almenna geiran í Føroyum. Tað vóru Vinnumálaráðið og Fíggjarmálaráðið, ið tóku stig til verkætlanina, sum í dag er skipað á Gjaldstovuni við einum verkætlanartoymi undir leiðslu av Nicolai Mohr Balle. Fíggjarmálaráðið hevur yvirskipaðu ábyrgdina av verkætlanini.

Í sambandi við at Fuglafjarðar býráð tann 25. november í fjør samtykti fíggjarætlanina hjá kommununi fyri 2022, setti býráðið pening av til at fara uppí Talgildu Føroyar; kommunan rindar íløguna yvir 2 ár, í 2022 og 2023, við umleið kr. 390.000,- í ár. Rakstrarkostnaðurin av at fara uppí Talgildu Føroyar er kr. 75.000,- árliga, aftaná tey fyrstu tvey árini, sum eru kostnaðarfrí.

Næsta stig er, at Fuglafjarðar kommuna fer at fyrireika, at leggja tænastur út á Vangan, sum er ein felags inngongd til Talgildu Føroyar, har kommunan kann bjóða fram sínar tænastur og samskifti. Vangin er mentur við borgaranum í miðdeplinum, har borgarar skulu uppliva ein portal, ið er lættur at brúka. 

Í hesum sambandi verður Fuglafjarðar kommuna partur av kommunubólkinum, sum arbeiðir við at menna tænastur á Vanganum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder