
Fríggjadagin 17. desember skrivaðu Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, og Vígdis Skorheim, leiðari í MEA, undir samstarvsavtalu.
Samstarvsavtalan, sum Fuglafjarðar kommunu hevur gjørt við MEA, gevur foreldrum og børnum teirra amboð og hjálp fyri at styrkja um familjulívið. Avtalan gevur møguleika fyri at:
- Øll foreldrapør í kommununi, sum hava børn við tørvi, kunnu tekna seg til PREP skeið ókeypis.
- Øll foreldrapør í kommununi, kunnu tekna seg til KIFF skeið ókeypis.
- Allar familjur í kommununi hava møguleika fyri at fáa 5 tímar ókeypis familjuráðgeving
PREP stendur fyri Prevention and Relationship Enhancement, ella leysliga týtt; Praktiskur Reiðskapur til eitt enn betri parlag KIFF skeiðið er til foreldur, ið eru farin frá hvørjum øðrum, men gjarna vilja styrkja samstarvið um felags børn.
Verður undirtøkan nóg stór, verður miðja í móti, at skipa okkurt skeið í Fuglafirði, skrivar Fuglafjarðar kommuna.
Samstarvaavtalan millum MEA og Fuglafjarðar kommunu er galdandi frá 1. januar 2022 og trý ár fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald