Í morgin – á ársins seinasta degi – verður seinasti skipandi kommunustýrisfundurin eftir kommunuvalið 12. november.
Tað er býráðið í Fuglafirði, sum ikki er skipað enn.
Men nú hevur Ólavur Larsen, fyrstvaldi, býráðslimurin kallað inn til skipandi býráðsfund nýggjársaftan klokkan 14.
Tað var listi Á, sum vann býráðsvalið í Fuglafirði, og Ólavur Larsen var tann, sum fekk flest atkvøður á listanum, 159, og harvið fyrstvaldur í býráðið.
Men tað verða tó hinir báðir listarnir, listi B og listi F, sum koma at stýra kommununi framhaldandi í komandi valskeiði, og núverandi borgarstjóri, Dávur Juul, sum fekk 110 persónligar atkvøður, heldur fram sum borgarstjóri.
Ólavur Larsen er ikki nøgdur við tað tal av nevndarsessum, sum listi Á fær tillutað frá meirilutanum, og tann ónøgdin er ein av orsøkunum til at bíða hevur verið við at kalla inn til skipandi fund til í seinastu løtu, men Ólavur Larsen hevur eisini umborið seg við at, hann hevur havt so nógv um at vera í sínum sivila arbeiði síðan valúrslitið var greitt.
Hesi manna býráðið í Fuglafirði:
Listi Á: Ólavur Larsen, Sonni á Horni, Jastrid á Dalbø og Ørvar Jacobsen.
Listi F: Dávur Juul, Eivin S. Breiðaskarð og Jóan Pauli Olsen
Listi B: Eyðun á Lakjuni og Kristian Martin Petersen
Ólavur Larsen, sum í fleiri førum hevur vant besta liðið hjá ÍF, hevur sitið í býráðnum í Fuglafirði síðan 2016. Í ár gjørdist hann fyrstvaldur (Savnsmynd)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald