- Eftir okkara tykki er økið avbera serstakt í føroyskum samanhangi. Økið versnar nógv við útbygging av vindmyllum í økinum. Tað verður ein tjóðarmissur, har ikki vendist aftur, um útbyggingin verður framd.
Soleiðis skrivar nevndin í Fuglafrøðifelag Føroya í mótmæli móti ætlanini hjá myndugleikunum um at leggja eina nýggja vindmyllulund á einum øki norðan fyri Eiðisvatn.
Fuglafrøðifelagið vísir á, at talan er um eitt serligt øki har nógvur fuglur eigur og heldur til. Umframt at nógvur fuglur kann farast við at flúgva inn í mylluveingirnar, fer ætlanin eisini at turrleggja hetta heilt serliga mýrulendið, verður víst á í brævinum.
Teljingar vísa, at 25 ymisk fuglasløg halda til í økinum, og av hesum eru fleiri sjáldsom og hótt fuglasløg, eitt nú tangspógvi og reyðspógvi.
Opna brævið frá Fuglafrøðifelagnum kann lesast á lesarin.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald