Víðagitna fuglakanningarstøðin á hetlendsku oynni Fair Isle, brendi sunnudagin í grund. Einki er eftir av træbygninginum, sum eisini virkaði sum einasta gistingarhús á fjarskotnu oynni.
Fair Isle er oyggj við umleið 60 íbúgvum, sum liggur miðskeiðis millum Hetland og Orknoyar.
Sunnudagin nakað fyri middag varnaðust fólk, at eldur var í bygninginum. Arbeitt var allan dagin við at sløkkja eldin, men bygningurin stóð als ikki at bjarga.
Eingin kom til skaða av eldinum. Eingi fólk vóru stødd í bygninginum, tá eldurin kyknaði. Ein familja, sum búði í eini íbúð við tilknýti til staðið, slapp út uttan trupulleikar, skrivar BBC.
Bara øskudungar gløðandi øskudungar lógu eftir, tá eldurin var sløktur (Mynd: fairislebirdobs.co.uk)
Sløkkiliðsfólk úr Lerwick og Sandwick vórðu flutt út á Fair Isle við tyrlu fyri at hjálpa til við sløkkingararbeiðinum, sum vardi allan sunnudagin.
Fair Isle er serliga kend fyri binding og ullaarbeiði, men fuglakanningarstøðin hevði kortini størsta týdningin fyri ferðavinnuna har.
Fuglakanningarstøðin byrjaði á Fair Isle í 1948. Í 2010 varð støðin útbygd og nýmótansgjørd, so hon eisini kundi taka móti ferðafólki, sum vildu gista á oynni.
Shetland News skrivar, at grunnurin, sum eigur støðina, Fair Isle Bird Observatory Trust, hevur tikið avgerð um at byggja staðið uppaftur. Oyðilagdi bygningurin, sum varð mettur til eitt virði á 4 milliónir pund, var fult tryggjaður. Men innsavningar eru eisini settar í verk fyri at hjálpa til fyri at fáa fuglakanningarstøðina bygda uppaftur.
Les meira um eldin á heimasíðuni hjá Fair Isle Bird Observatory & Guesthouse
Les meira um Fair Isle her: Streym allan sólarringin á Fair Isle
Soleiðis sá fuglakanningarstøðin út áðrenn hon brendi (Mynd: fairislebirdobs.co.uk)
A fire has destroyed Shetland's internationally-recognised Fair Isle Bird Observatory, which gave visitors the opportunity to view up to 388 different species of bird. https://t.co/LtBup3J1h0 pic.twitter.com/43vfw1rLvA
— STV News (@STVNews) 11. marts 2019
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald