Innanlands

Fuglakrím staðfest fyri fyrstu ferð í Føroyum

- Okkara grannalond hava í longri tíð verið plágað av fuglakrími, og nú er fuglakrím eisini staðfest hjá skúgvi í Føroyum. Lítil sannlíkindi eru fyri, at tað smittar fólk - heitt verður á fólk um at siga Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá, um komið verður fram á sjúkan ella deyðan fugl

2021-12-16 15:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir skúgvar í Føroyum eru staðfestir positivir fyri fuglakrím. Hetta er greitt, eftir at sýnir vóru send til Statens Serum Institutt (SSI) í hesi vikuni. Enn vænta nærri útgreiningar av sýnunum, ið staðfesta hvat slag av fuglakrími talan er um. Hesi svarini væntast fyrst í næstu viku.

Hesum boðar 
Heilsufrøðiliga Starvsstovan, ið fylgir støðuni, frá í skrivi seinnapartin. Í hesum sambandi heitur stovnurin á, at siga Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá, um komið verður fram á sjúkan ella deyðan fugl. 

- Her hugsa vit serliga um rovfugl. Tó vilja vit eisini vita um annan sjúkan ella deyðan fugl, um 4 ella fleiri eru at finna innanfyri eitt avmarkað øki. Í fráboðanini skal upplýsast fuglaslag eftir førimuni og stað, har fuglurin er sæddur. Eisini er sera gott at senda mynd inn og upplýsa knattstøðu, um hon er kend. Upplýsingarnar verða nýttar til at fylgja við støðuni í Føroyum, og um neyðugt, at taka sýnir inn til nærri kanningar. Boðast kann frá á [email protected].

Heilsufrøðiliga starvsstovan metir í hvørjum einstøkum føri, um neyðugt er at gera nærri kanning av fuglunum. Vegna vanligan smittuvanda verður heitt á fólk, um ikki at nerta við sjúkan ella deyðan fólk.

Tað er vanligt í Føroyum at eta dunnu ella gás á jólum. Ein partur av hesum fuglunum er heimafuglur, ið er aldur í Føroyum, og hetta er tíðin, tá ið heimafuglurin verður dripin og fingin til høldar.

- Tað slagið av fuglakrími, ið hevur herja í okkara grannalondum í seinastuni, hevur víst seg at hava lítil sannlíkindi at smitta til fólk. Tó vil Heilsufrøðiliga starvsstovan minna fólk á at halda sera gott reinføri, tá ið fuglurin verður dripin, hagreiddur og tilgjørdur. Maturin skal hitast væl; kjarnuhitin skal vera minst 75 ºC. Mint verður á, at sjónliga sjúkur fuglur ongantíð skal nýtast til matna, skrivar hfs.fo, ið er hevur fylgjandi boð um, hvussu eigarar av heimafugli kunnu taka nøkur fyrilit: 

- Um heimafuglur verður fóðraður innandura ella undir taki, verður minni av villum fugli drigin til økið og smittuvandin verður tá munandi lækkaður. Fótbúnaður kann eisini lættliga verða dálkaður av t.d. fuglaskarni ella øðrum frá villum fugli, og tí verður eisini rátt til at reinsa fótbúnaðin, áðrenn og aftaná farið verður út í t.d. høsnarhús og inngirðingar. Annars vilja øll tiltøk, ið skerja sambandi millum heimafugl og villan fugl og økir har villur fuglur heldur til, føra til at smittuvandin verður tálmaður.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder