Sum liður í bókaframløgum teirra kring landið, fara Silas Olofson myndatakari og Jórun Pólsdóttir lívfrøðingur at leggja stóra bókaverkið "FUGLAR OKKARA" fram á Sunda bókasavni í kvøld, mikukvøldið klokkan 19.
Hetta skrivar Sunda kommuna á heimasíðu sínari.
Silas og Jórun hava í mong ár arbeitt við nýggjari bók um fuglar í Føroyum, og bókin lýsir í teksti og myndum øll vill fuglasløg, sum eru skrásett í Føroyum. ndamálið við bókaverkinum er at kunna um fjølbroytta fuglalívið, sum er í Føroyum, og skapa gleði og alsk til føroyska náttúru og fuglalív.
- Í verkinum FUGLAR OKKARA verður greitt frá livihátti, hvussu fuglurin flytur, og hvat hann etur, umframt myndir av fuglinum av báðum kynum og í ymiskum búnum. Serliga nógv verður gjørt burtur úr føroysku búfuglunum, har m.a. tekstabrot er um reiðran, myndir av eggum, um atburð í náttúruni, hvat hóttir fuglalív og um føroyska fuglaárið. Øll fuglasløgini eru lýst í myndum, sum í stóran mun eru tiknar í Føroyum.
Á tiltakinum í kvøld verður høvi at síggja fleiri av sjáldsomu fuglamyndunum úr bókini, umframt at hoyra ymiskt um fuglalívið í Føroyum. Høvundarnir fara eisini at greiða frá tilgongdini at gera bókaverkið, ið er í trimum bindum saman við eini fikkubók.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald