Innanlands

Full og órógvandi fólk í høvuðsstaðnum

Løgreglan varð fráboðað fleiri ferðir hetta seinasta samdøgrið at taka sær av avdotnum ella órógvandi persónum

2025-05-06 08:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá miðlarnir hvønn morgun tosa við vaktleiðaran hjá løgregluni fyri at fáa kunning um, hvat tey hava gjørt og upplivað hetta seinasta samdøgrið, so er tað sum oftast talan um bilførarar, sum hava koyrt ov skjótt, ikki spent børn síni fast í trygdarseðlarnar ella koyra við lyktafeilum.

Onkra hendinga ferð, kunnu miðlarnir fortelja um meira dramatisk hendingar, so sum stuldur, innbrot og herverk.

Í morgun var einans fráboðan um fólk sum hava uppført seg í stríð við sokallaðu skilhaldsreglurnar fyri Havnina, tað, sum fyrr var rópt politiviðtøkurnar.

Beint fyri klokkan 14 í gjár komu boð frá eini fyritøku, sum var órógvað av einum persóni, sum var komin innar í avgreiðsluna og órógvaði tey í at útføra sítt arbeiði. Tá løgreglan kom á staðið, var persónurin farin aftur. Men viðkomandi er kendur, løgreglan fram til hann, og gav honum eina heilsu fyri brot á skilhaldsreglurnar, sum er tað sama sum ein bót á 1.500 krónur.

Ein tíma seinni ringdi sama fyritøka aftur á politistøðina og gramdi seg um sama persón. So tann persónurin fekk tvær heilsanir frá løgregluni í gjár, og stendur nú at skula rinda tilsamans 3.000 krónur í bót.

Umleið klokkan 16 komu boð um at ein drukkin persónur lá avdottin í miðbýnum. Løgreglan fór á staðið, fann persónin sita friðaligur á einum beinki, og gjørdi ikki meira við tað málið.

Beint eftir klokkan 17 kom boð frá einum røktarheimi í Havn, sum var órógvað av einum fullum persóni, sum var komið inn í heimið. Løgreglan fór á staðið eftir viðkomandi og koyrdi hann til hús.

Um 23 tíðina í gjárkvøldið komu aftur boð um ein persón, sum í fyllskapi var sovnaður uttan fyri vesini í Steinatúni. Løgreglan kannaði málið, og fekk sløkkiliðið í Havn at flyta viðkomandi á Herbergið.

Og klokkan hálvgun trý í nátt var aftur ein “berúsari”, sum gjørdi um seg. Í hesum føri var talan um eina drukna kvinnu, sum var komin á gátt á einum bústaði uttan at hava nakað við búfólkini har at gera.

Løgreglan kom á staðið eftir fremmandu kvinnuni. Tók hana við sær á løgreglustøðina at sova rúsin av sær. Tá hon vaknar einaferð út á fyrrapartin fær hon eisini eina heilsan fyri at hava brotið seg móti skilhaldsreglunum, uppl´hysir vaktleiðarin á løgreglustøðini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder