
Ein bilførari var í gjárkvøldið tikin og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Maðurin var so mikið drukkin, at løgreglan valdi at leggja hann í klivan í kjallaranum á polistøðini at sova rúsin av sær.
Løgreglan skrivaði fleir mál í ferðsluni í gjár. Seinnapartin vóru ferðmátingar gjørdar í Vestmanna á einum strekki har ferðin er sett niður til 30 kilometrar um tíman. Ongin varð tikin fyri at koyra ov skjótt, men ein var tikin fyri lyktafeil.
Um 18 tíðina var ein bilførari støðgaður fyri at koyra ov skjótt á landsvegnum í Kollafjarðardali. Hann var máldur at koyra 119,9 kilometrar um tíman.
Og á Tvøroyri var ein, sum rýmdi av staðnum eftir at hava rent á ein parkeraðan bil. Fólkini, sum eiga parkeraða bilin hoyrdu buldrið, men tá tey komu oman á vegin, var ongin annar bilur at síggja.
Um hálvgun átta tíðina var ein bilur við lyktafeili staðfestur í Søldarfirði, og nakað seinni á kvøldinum var ein bilførari í Havn tikin fyri at tosa í fartelefon meðan hann koyrdi. Tað gevur bót og klipp í kortið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald