Innanlands

Fullur ungdómur í Sandagerði

Foreldur og løgregla høvdu úr at gera, tá 9. og 10. flokkarnir í Havnini savnaðust í Sandagerði í sambandi við síðsta skúladag

Sandágerð (Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

Sandágerð (Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

2024-05-17 09:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðsti skúladagur hjá 9. og 10. flokkunum í Havnini var í gjár og sum vanligt er, savnaðust næmingarnir í Sandagerði í nátt.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini upplýsir, at einki bál var, sum tað vanliga er, men tað vóru nógv øgiliga full blaðung fólk.

Samband fekst við fleiri foreldur sum komu eftir sínum børnum sum høvdu fingið dekan ov nógv, og onnur vóru koyrd heim av løgregluni.

--

(Rætting kl. 14:31: Vit skrivaðu fyrr í dag, at samarittarnir vóru á staðnum. Tað er ikki rætt.)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder