
Nógvar varðhaldsfongslingar hava verið seinastu tíðina, og tað hevur nú við sær, at arrestin í Mjørkadali er undir trýsti.
Tað er m.a. handtøkurnar, sum løgreglan hevur gjørt í sambandi við rúsevnamál seinastu tíðina, sum er orsøkin til hetta.
Michael Boolsen, fúti segði við Útvarpið á middegi, at tey verða noydd at flyta fólk av landinum at sita í varðhaldi. Hetta er tó ikki nakað, sum hendir ofta, sigur hann.
– Hetta er ein støða, sum uppstendur, tá vit loysa rættiliga nógvan kriminalitet í senn, sum krevur varðhaldsfongling.
14 pláss eru í Mjørkadali. Í løtuni sita 10 persónar inni, og neyðugt er at hava tvey í hvørjum kliva.
Hoyr innslagið her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald