Samráðingarnar millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin hildu fram fyrrapartin, og í dag varð sjóneyka sett á málsøkini.
- Allir flokkar vilja hava alt, og tí má man finna semjur, sigur Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari.
Nú fara flokkarnir á fund við baklandið, og ætlanin er síðani, at formenninir seta seg saman seinni í kvøld um níggju tíðina ella.
Tað kann blíva seint, men Bárður á Steig Nielsen leggur dent á, at tað ikki loysir seg at sita seint út á náttina.
Flokkarnir eru ikki enn komnir heilt á mál við samgonguskjalinum, og hetta skal tí eisini fínpussast áðrenn tað verður lagt fram alment. Tað kann vera í kvøld, í morgin fyrrapart, men tað kann eisini vera seinnapartin í morgin.
Les eisini: Bárður á Steig Nielsen: Samansetingin av aðalráðum verður helst broytt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald