Uttanlands

Fundur millum Putin og Zelenskyj kann vera ávegis

Samráðinagrnar millum Ukraina og Russland eru nú komnar so væl ávegis, at ein fundur kann vera ávegis, sigur ukrainskur semingsmaður

Ein fundur millum Putin og Zelenskyj kann vera ávegis, sigur David Arakhamia, semingsmaður (Mynd: Reuters)

Ein fundur millum Putin og Zelenskyj kann vera ávegis, sigur David Arakhamia, semingsmaður (Mynd: Reuters)

2022-04-03 10:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

David Arakhamia, semingsmaður hjá Ukraina sigur, at arbeiðið við einari friðaravtalu millum Russland og Ukraina er komið so væl áveigis, at ein fundur millum ukrainska forsetan Volodymyr Zelenskyj og russiska forsetan Vladimir Putin, kann vera ávegis.

Við ukrainsku tíðindastovuna Interfax Ukraine segði hann í gjár, at Russland eisini hevur váttað, at arbeiðið er komið nóg langt til, at skipast kann fyri beinleiðis fundi millum Zelenskyj og Putin.

Eisini sigur Arakhamia, at turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan er til reiðar at leggja ein fund til rættis.

– Vit kenna hvørki dagfesting ella stað, men vit halda tað vera sannlíkt, at tað verður Istanbul ella Ankara, sigur hann.

Ukrainski forsetin hevur fleiri ferðir áður sagt, at hann vil sleppa at hitta Putin.

Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russiska forsetanum, sigur, at tað er umráðandi, at samráðingarnar millum Russland og Ukraina halda fram, men at tey í Ukraina ikki tykjast at vera samd í hesum.

– Vit vilja fegin halda fram við samráðingunum í Hvítarusslandi, men ukrainar vilja ikki. Tað riggar av onkrari orsøk ikki hjá teimum, sigur hann sambært Ritzau.

Tó leggur hann afturat, at tað, sum er mest umráðandi, er at finna eitt stað, har semja kann gerast við Ukraina.

– Tað, sum hevur mest týdning er, at samráðingarnar halda fram, um tað so er í Istanbul ella onkra aðrastaðni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder