![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Sjálvstýri og Miðflokkurin hava leysliga tosað eftir valið, og tíðliga seinnapartin hittast flokkarnir til fund, har samgongumøguleikar verða umrøddir. Hetta veit Kringvarpið at siga í morgun.
Tingmanningin hjá Sambandsflokkinum situr í løtuni á fundi. Bárður á Steig Nielsen, formaðuri í Sambandsflokkinum sigur við Kringvarpið, at hann hevur tosað við formenninar í samgonguflokkunum, men einki ítøkiligt er komið burtur úr. Aksel V. Johannesen hevur ikki lagt samráðingarmandatið frá sær.
Teir fýra flokkarnir ið seta seg saman í dag fingu 18 tingsessir á valinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald