Nakrir egyptiskir og amerikanskir fornfrøðingar eru komnir fram á eitt 5.000 ára gamal ølbryggjarí í egyptiska fornaldarbýnum Abydos, upplýsir egyptiska ráðið fyri ferða- og fornaldarmál.
Hildið verður, at bryggjaríið, ið helst stavar frá árinum 3.100 f.kr., hevði kapasitet til at framleiða 22.400 litrar av øli.
Bryggjaríið hevur verið deilt upp í átta øki við 40 leirkrukkum í part. Hildið verður, at korn og vatn varð hitað upp her í sambandi við bryggjaríarbeiðinum.
Abydos liggur nærindis Sohag, ikki langt burtur frá stóru Nilánni.
Sambært Ritzau eru tey í Egyptalandi sera fegin um at kunna vísa á nýggj fornminni. Hetta skal hjálpa teimum at økja um ferðafólkatalið, nú ferðavinnan hevur verið hart rakt av korona.
Í 2019 var samlaða talið á ferðafólkum, sum vitjaðu í Egyptalandi 13,1 mió. Í 2020 var talið bert 3,5 mió.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald