2021-02-25 22:58

78 ára gamli maðurin, sum løgreglan í kvøld setti eina leiting í verk fyri at finna, er komin aftur í aftur í øllum góðum.
Hesum boðar løgreglan frá í kvøld.
Løgreglan og bjargingarfelagið í Runavík leitaðu eftir manninum, sum var farin av Ellis- og Røktarheiminum í Runavík um sjeytíðina.
Takkað verður fyri alla hjálp, sum førdi til at hann varð funnin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald