Uttanlands

Funnu 39 lík í lastbili nærhendis London

Møguliga er talan um ólógligar tilflytarar úr Bulgaria

Ídnaðarøkið har lastbilurin varð funnin, er nú avbyrgt (Mynd: EPA)

Ídnaðarøkið har lastbilurin varð funnin, er nú avbyrgt (Mynd: EPA)

2019-10-23 13:47 Author image
Ingi Samuelsen

Líkini frá 39 fólkum eru funnin í einum viðfestivogni til ein lastbil, sum stóð parkeraður í einum ídnaðarøki í býnum Grays í Essex beint eystan fyri London.

Talan er um 38 vaksin fólk og ein tannáring. Lastbilførarin, ein 25 ára gamal norðuríri er nú fongslaður, undir illgruna fyri dráp.

Fráboðanina kom til løgregluna í Essex um hálvgun tvey tíðina í nátt.

Illgruni er um, at talan er um fólk úr Bulgaria, ið vildu tryggja sær atgongd til Bretlands áðrenn mørkini verða stongd sum avleiðing av Brexit.

Løgreglan roknar við, at bilurin helst er komin til Bretlands leygardagin 19. oktober umvegis havnina í Holyhead í Wales.

- Um hann er komin úr Bulgaria, er tað ein óvanlig farleið, sigur eitt umboð fyri løgregluna í Norðurírlandi við Sky News. Hann vísir á, at trygdareftirlitini í havnunum í Dover og Calais eru vorðin so strong, at roynt nú verður at koma alternativar leiðir inn í Bretland.

Reuters hevur spurt bulgarska uttanríkisráðið, men tey kunnu ikki vátta, at bilurin er komin haðani, skrivar nrk.no.

Í 2000 vórðu 58 fólk funnin deyð í einum lastbili í Dover. Eisini tá varð bilførarin handtikin og skuldsettur. Tey deyðu tá vóru úr Kina. 

[object Object]38 vaksin og ein tannáringur vóru funnin deyð í hesum viðfestivogninum

 

placeholder
placeholder