Uttanlands

Funnu bumbu frá seinna heimsbardaga: 54.000 fólk flutt burtur úr italskum býi

Bumban varð funnin av tilvild í november undir umvælingunum av einum biografi. Hildið verður at talan er um bretska bumbu frá 1941.

Brindisi, Italia

Brindisi, Italia

2019-12-15 12:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun vórðu uml. 54.000 fólk flutt burtur úr suðuritalska havnabýnum Brindisi.

Orsøkin er, at mann hevur funnið eina bumbu frá seinna heimsbardaga.

Tað eru borgarar, ið búgva í einari 1.617 metrar radius frá staðnum, har bumban varð funnin, sum eru fluttir burtur. Sambært Reuters er hetta størsti burturflutningurin í Italia í friðartíðum.

Sambært italsku myndugleikunum, er bumban ein metur lang, og inniheldur hon 40 kilo av dynamitti.

Bumban varð funnin av tilvild í november undir umvælingunum av einum biografi. Hildið verður, at talan er um eina bretska bumbu, sum helst varð blakað niður á Brindisi undir seinna heimsbardaga í 1941.

Serfrøðingar arbeiða í løtuni við at skilja bumbuna sundur.

Meðan hetta gongur fyri seg, er m.a. flogvøllurin í Brindisi, tokstøðin, og tvey sjúkrahús stongd.

Fólkatalið í Brindisi er uml. 100.000.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder