2020-11-03 19:03

Løgreglan kannar nú eitt mál um rúsevni í Sandoyar Meginskúla. Tað var í síðstu viku, at ein posi við sjey ecstasy tablettum varð funnin í skúlagarðinum.
Enn er ikki greitt hvør eigur posan við tabelttum í, og løgreglan sigur seg vilja frætta frá fólki, sum halda seg vita nakað um málið.
Tiltøk verða nú sett í verk á skúlanum, og seinni í mánaðinum verður við foreldur og næmingar, har SSP-ráðgevingin verður við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald