Fyri tíggju døgum síðani skjeyt amerikanska verjan eina kinesiska ballón niður í amerikanskum loftrúmi.
Nú upplýsir verjan, at hon hevur bjargað partar av ballónini og funnið elektroniskar lutir, skrivar Reuters. Herundir eru følarar – sensorar – sum USA heldur eru brúktir til eftiransing.
Sambært amerikanska verjumálaráðið, er talan um eina kinesiska “njósnaraballón”.
Kina hevur váttað, at ballónin er teirra, men sigur, at hon varð brúkt til veðurmátingar.
Síðan ballónin varð skotin niður, hava amerikanarar skotið enn trý “objekt” niður úr luftini í amerikanskum loftrúmi. Enn er einki sagt um, hvørt hesir niðurskotnu lutir hava samband við kinesisku ballónina, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald