Innanlands

Funnu ikki grindina aftur

Leitingin eftir grindini er steðgað

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-05-26 23:13 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá bátar fóru út at leita eftir grindini millum Trælanípu og Prestland, var hon ikki at finna. Leitingin er steðgað.

Fyrr í kvøld vóru grindaboð vestanfyri, og ætlanin var at reka grindina inn á Sandavág ella Miðvág.

Men bátarnir sum fóru at leita eftir grindini, funnu hana ikki aftur. Nú fer eisini at blíva myrkt skjótt, bátarnir eru á veg inn aftur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder