Innanlands

Funnu knívin, sum varð havdur á lofti

Maður skuldsettur fyri harðskap og hóttanir í Klaksvík – verður framstillaður fyri dómara í dag

(Mynd: Norðlýsið)

(Mynd: Norðlýsið)

2024-04-16 07:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað var ein knívur, sum løgreglufólk við hjálp av kavarum funnu á havsins botni á vágni í Klaksvík fyrrapartin í gjár.

Og knívurin hevði samband við harðskapsmálið uttan fyri skeinkistaðið Molly’s sunnunáttina.

Knívurin varð havdur á lofti í sambandi við hetta málið, men sum skilst varð ongin stungin í hendingini.

Løgreglan handtók seinni í gjár eigaran av knívinum. Talan er um ein mann í tríatiárunum, sum seinnapartin verður skuldssettur fyri harðskap og grovan harðskap umframt hóttanir, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder