2020-02-06 09:03
Ein bilførari verður nú skuldsettur fyri brot á lógávuna um rúsandi evni.
Undir eini ferðslukanning í gjár, ansaði løgreglan eftir, at ein serligur angi stóð úr einum av bilunum, ið vórðu støðgaðir.
Løgreglan valdi tí at kanna bilin nærri, og kom fram á, at bilurin hevði verið brúktur til at roykja hassj í. Komið varð fram á eina pípu, eina bong, har tað var somikið av restum í, at tað var nóg mikið til at skuldseta bilføraran fyri brot á lógina um euforiserandi evni.
Talan er um eitt lítið mál, ið hægst kann føra til eina bót, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald