Í 1995 vórðu fornleivdir – tveir skøltar – av dinosaurum funnar í Eysturgrønlandi, og nú, 26 ár seinni, er staðfest, at talan er um eitt nýtt slag av dinosauri.
Tá leivdirnar vórðu funnar, varð hildið, at talan var um eitt slag av plantuetandi evropeiskum dinosauri, plateosaurus, men so er ikki, hevur eitt altjóða granskaratoymi við granskarum úr Brasil, Portugal, Týsklandi, og Danmark, nú staðfest.
Tað higartil ókenda slagið av dinosauri hevur fingið navnið 'issi saaneq'. Navnið merkir "køld bein" og er givið til heiðurs fyri Grønland.
Hesin dinosaururin gekk á jørðini fyri uml. 214 milliónum árum síðani, tá Eysturgrønland var partur av Noregi og Norðurevropeiska meginlandinum, skrivar Sermitsiaq.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald