Innanlands

Fútabann tjúgu minuttir áðrenn Dag & viku

Kringvarpið sleppur ikki at greiða fólki frá einum fundi millum føroyskar og kinesiskar myndugleikar. Fundurin var 11. november

2019-12-02 20:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landsstýrið var 11. november á fundi við umboð fyri kinesisku stjórnina, men Føroya fólk fær í øllum førum í fyrsta umfari ikki at vita, hvat hendi á fundinum.

- Vit kunnu ikki fortelja tykkum hvat hendi á fundinum. Kringvarpið hevur fyri tjúgu minuttum síðani fingið fútabann fyri at siga frá hvat hendi á fundinum, segði Heini Gaard, vertur í Degi & viku í kvøld.

Fundurin varð umbiðin av kinesisku sendistovuni. Á fundinum vóru kinesiski sendiharrin við emæbitsfólkum, løgmaður, Bárður á Steig Nielsen og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við ábyrgd fyri Føroya Tele. Aðalstjórar og embætisfólk vóru eisini á fundinum.

Málið verður roynt í rættinum um nakrar dagar.

Vinnumálaráðið bað og fekk fútarættin at leggja forboð ímóti, at Kringvarpið upplýsir um hvat hendi á fundinum 11. november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder