
- Bjóða so fáum sum gjørligt, millum 10 og 20 fólk, og ver í tínari egnu sosialu boblu. Ikki savnast við fleiri bólkum, vóru boðini frá Michael Boolsen, fúta og formanni í farsóttarnevndini, í Degi og viku í kvøld.
19 nýggir tilburðir av covid-19 vórðu staðfestir í Føroyum í dag, og fyri ikki at fáa eitt stórt útbrot á nýggjárinum minna myndugleikarnir fólk á, at halda tilmælini nýggjársaftan, sum verður hósdagin.
- Ert tú saman við fimtan fólkum ein dag, so er tað teimum somu fólkunum, tú ert saman við dagin eftir. Tú fert ikki í eina nýggja sosiala bobblu og ert saman við fimtan nýggjum fólkum, greiðir Michael Boolsen frá um sosialu bobblurnar.
Eisini mælir hann til, at fólk ikki brenna bál, tí tað savnar fólk. Fýrverk kann skjótast, men mælt verður til ikki at savnast um fýrverkið.
Talan er ikki um at herða tiltøkini, men at leggja áherðslu á verandi tiltøk, sigur Michael Boolsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald