Innanlands

Fylgdi seglbáti til Havnar

Ein útlendskur seglbátur fekk seinnapartin í gjár blackout, men kláraði manningin at fáa motorin í gongd aftur

Rescue Lív (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Rescue Lív (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2022-08-01 11:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár, stutt eftir klokkan tvey, vóru boð eftir Rescue Lív.

Orsøkin var, at ein útlendskur seglbátur, sum var staddur tveir fjórðingar í ein landnyrðing úr Stongini, fekk blackout.

Vørn skrivar, at manningin á seglbátinum fekk motorin í gongd aftur, og fylgdi Rescue Lív síðani bátinum til Havnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder