Uttanlands

Fýra ára fongsulsrevsing fyri at greiða frá virusútbrotinum í Wuhan

37 ára gamla Zhang Zhan varð í dag dømd í rættinum í Shaghai fyri at "eggja til stríð og skapa ótta" við m.a. at skriva essays um støðuna í Wuhan í februar

Uttanfyri dómhúsið í Shanghai (Mynd: Reuters)

Uttanfyri dómhúsið í Shanghai (Mynd: Reuters)

2020-12-28 11:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein kinesisk kvinna hevur fingið fýra ára fongsulsrevsing fyri at greiða frá sínum upplivingum undir virusútbrotinum í Kina.

37 ára gamla Zhang Zhan er millum teirra, sum á eingilskum verður nevnd ein "citizen-journalist", ein borgari, sum umvegis egnan blogg, ella á annan hátt gevur sítt ískoyti til tíðindaflutningin.

Zhang Zhan, sum er fyrrverandi løgfrøðingur, varð dømd í rættinum í Shanghai í dag fyri at hava greitt frá støðuni í Wuhan, tá nýggja koronavirusið fyrst breyt út fyri skjótt einum ári síðani.

Hon varð skuldsett fyri at eggja til stríð og at skapa ótta við at skriva essays, sum vaktu ans hjá kinesisku myndugleikunum, tá tær vórðu deildar nógv á sosialum miðlum í februar. Eisini hevur hon deilt sjónbond á YouTube, har hon tosar um støðuna.

Zhang Zhan, sum hevur noktað seg seka, hevur verið sera atfinningarsom yvirfyri kinesisku myndugleikunum orsakað av handfaring teirra av virusútbrotinum. Í februar segði hon m.a., at myndugleikarnir bara lótu býin aftur uttan at geva fólkinum nóg mikið av kunning.

Sambært Ritzau hava kinesisku myndugleikarnir higartil revsað níggju sonevndar koronavirus-varskógvarar í eini roynd at verja seg móti atfinningum orsakað av handfaring teirra av virusútbrotinum.

37 ára gamla Zhang Zhan hevur verið afturhildin síðan mai. Í juni fór hon í hungursverkfall, men síðani varð hon noydd at eta aftur. Sambært sakførara hennara, ætlaði hon sær aftur at nokta at eta, um hon fekk eina harða revsing. Hetta tí at hon væntaði at doyggja í fongslinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder