Innanlands

Fýra bilførar fingu bót fyri at tosa í telefon

Allir vórðu tiknir í Havn. Ein bilførari varð tikin og fekk klipp í Gøtudali fyri ólóliga yvirháling

2019-10-04 09:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hósnáttina vórðu fýra bilførar tiknir Millum Fjarða, har løgreglan gjørdi ferðmátingar.

Les eisini: Trý klipp og ein frádøming Millum Fjarða í nátt

Eisini í nátt var løgreglan har, men hesaferð var eingin, ið koyrdi ov skjótt. Tað vóru tó brot á ferðslulógina aðrastaðni í nátt.

Ein bilførari varð tikin, eftir at hann gjørdi eina ólógliga yvirháling ímillum Magn og rundkoyringina í Gøtudali. Har eru týðiligar strikur á vegnum, sum merkja, at júst har er ikki loyvi at yvirhála ein bil.

Bilførarin fær eitt klipp í koyrikortið og eina bót á 1.500 krónur í orsakað av hesum.

Í høvuðsstaðnum vóru ferðslukanningar, og har var trupulleikin, at fleiri bilførarar tosaðu í telefon meðan koyrt varð.- væl at merkja hildu teir í telefonini. Hetta er ólógligt. Talan var um fýra bilførarar, ið fingu 1.000 krónur hvør í bót.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder