Innanlands

Fyra bilførarar fingu klipp í kortið

Glyvursvegur á Argjum er ein ferðatrupulleiki hjá nógvum

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2021-10-28 08:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan gjørdi í gjár ferðakanningar á Glyvursvegið á Argjum. Talan er um brekkuna frá brúnni og niðan til býlingin undir Kongavarða og Hamaran.

Ein beinur góður vegur við bert eini íbinding, har tað er ógvuliga freistandi hjá bilførarum at lata ferðina koma upp um teir loyvru fimmti kilometrarnar um tíman, serliga tá rullað verður omaneftir.

Um middagsleitið í gjár fangaði løgreglan fimm bilar, sum koyrdu ov skjótt.

Fýra av teimum fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra við eini ferð á millum 74 og 80 kilometrar um tíman, upplýsir løgreglan.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder