Innanlands

Fýra bilførarar tiknir um vikuskiftið

Tríggir bilførarar úr Eysturoynni og ein úr Havn eru um vikuskiftið tiknir fyri at koyra ávirkaðir, og tveir teirra høvdu heldur einki koyrikort

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-11-14 11:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hetta vikuskiftið hevur løgreglan tikið tilsamans fýra bilførarar fyri at koyra ávirkaðir, og flestu teirra vóru í Eysturoynni.

Seinnapartin í gjár varð ein bilførari í Eysturoynni tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka, men førarin hevði heldur einki koyrikort, tí tað hevði hann mist. Sostatt er bilførarin nú skuldsettur bæði fyri rúsdrekkakoyring og fyri at koyra bil í frádømingartíðini, sigur løgreglan.

Tveir aðrir bilførarar í Eysturoynni vórðu eisini tiknir fyri at koyra ávirkaðir av ávikavíst rúsdrekka og rúsevnum. Fyrri bilførarin varð tikin leygarnáttina, meðan tann seinni varð tikin fríggjadag seinnapart.

Fjórði bilførarin varð tikin í Havn leygarnáttina. Hann koyrdi bæði ávirkaður av rúsdrekka og uttan koyrikort, og varð hann skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring og koyring í frádømingartíðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder