Síðan bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson hósdagin boðaði frá, at hann fór at leggja frá sær sum forsætisráðharri og formaður í konservativa flokkinum, hava gitingar verið um, hvør mann fara at avloysa hann.
Boris Johnson segði á tíðindafundi hósdagin, at tíðarætlanin fyri tilgongdina at finna eftirmann hansara verður løgd fram í næstu viku, og higartil hava fýra persónar bjóðað seg fram sum formans- og forsætisráðharravalevni.
Talan er, sambært Reuters, um Rishi Sunak, sum var fíggjarmálaráðharri frá 2020 til hann legði frá sær 5. juli fyri at mótmæla leiðsluna hjá Boris Johnson; Tom Tugendhat, formaðurin í uttanríkisnevndini í bretska tjóðartinginum; Suella Braverman, ríkisákæri fyri Ongland og Wales; og Kemi Badenoch, sum hevur havt fleiri ráðharrasessir og var millum teirra, sum legði frá sær 6. juli.
Ein av favorittunum at yvirtaka embætið hjá Boris Johnson hevur annars verið verjumálaráðharrin, Ben Wallace. Men hann boðar í dag frá, at hann hevur gjørt av ikki at stilla upp.
Wallace er vorðin betri og betri umtóktur seinstu mánaðirnar, serliga orsakað av handfaringini av krígnum í Ukraina. Hann hevur enntá yvirhálað uttanríkismálaráðharran, Liz Truss sum tann best umtókti stjórnarlimurin millum limir í konservativa flokkinum. Tað vísir ein kanning, sum Conservative Home hevur gjørt, sambært Ritzau.
Wallace sigur, at hann savnar seg um sítt nýverandi starv og at varðveita trygdina hjá landinum.
Væntandi fara uml. 12 valevni at bjóða seg fram at gerast nýggjur formaður í konservativa flokkinum.
Dagførd kl. 14.20
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald