Innanlands

Fýra bøtur fyri brot á skilhaldsreglurnar

Eisini varð ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-09-13 09:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt hevur nakað av fólki verið í býnum, og tað hevur givið løgregluni eitt sindur av arbeiði, men talan er ikki um nakað álvarsligt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Fýra persónar hava fingið bót fyri brot á skilhaldsreglurnar, harav ein varð handtikin.

Tveir fingu bót fyri at vera í hornatøkum á einum skeinkistaði, ein fekk bót fyri at vísa løgregluni longutong, og ein varð so illsintur, at løgreglan mátti taka hann við á støðina at sova rúsin av sær.

Umframt hetta varð ein bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring í Hoyvík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder