Uttanlands

Fýra brævbumbur funnar í Spania

Løgreglan váttar í dag, at ein av bumbunum var ætlað landsins forsætisráðharra

(Mynd: bbc.com)

(Mynd: bbc.com)

2022-12-01 11:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Spanski forsætisráðið váttar nú, at ráðið í farnu viku fekk eitt bræv við spreingievni, ætlað til til forsætisráðharran, Pedro Sanchéz.

Talan var um speingievni, sum minti um tað, ið varð funnið í eini brævbumbu til ukrainsku sendistovuna í gjár.

Sostatt eru funnar tilsamans fýra brævbumbur í Spania seinastu dagarnar, men enn er avsendarin ókendur.

Fyrr í dag upplýsti spanska løgreglan, at hon hevði funnið eina triðju brævbumbu í Torrejon de Ardoz floghavnini uttan fyri Madrid.

Í gjár vórðu tvær brævbumbur funnar. Onnur varð send til ukrainsku sendistovuna í Madrid, og hin var send til ein vápnaframleiðara í Zaragoza har norðuri í Spania, sum fekk smásnuddir.

Tann fyrsta brævbumban brast í hondunum á einum ukrainskum starvsfólki á sendistovuni í Madrid. Brævbumban kom til sendistovuna í einum vanligum brævbjálva, og var tí ikki fangað í skannaranum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder