2020-10-26 14:50

Fjórða dagin á rað er eingin nýggjur tilburður staðfestur í Føroyum av covid-19. Tað vísa nýggju tølini frá heilsumyndugleikunum.
342 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 150.952 koronakanningar nú gjørdar.
12 persónar eru staðfestir positivir í løtuni, men eingin er innlagdur á sjúkrahúsi við korona.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald