Uttanlands

Fýra fangar avrættaðir í Myanmar

Millum teirra er ein fyrrverandi politikari úr flokkinum hjá Aung San Suu Kyi, og ein fólkaræðisaktivistur

Phyo Zeya Thaw, ein fyrrverandi politikari úr flokkinum hjá Aung San Suu Kyi, National League for Democracy var millum tey avrættaðu (Mynd: EPA)

Phyo Zeya Thaw, ein fyrrverandi politikari úr flokkinum hjá Aung San Suu Kyi, National League for Democracy var millum tey avrættaðu (Mynd: EPA)

2022-07-25 19:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri fyrstu ferð í fleiri áratíggju eru avrættingar farnar fram í Myanmar.

Hernaðarstýrið í landinum hevur avrættað fýra fangar, harundir Phyo Zeya Thaw, ein fyrrverandi politikari úr flokkinum hjá Aung San Suu Kyi, National League for Democracy, og Kyaw Min Yu, eisini kendur sum Jimmy, ið er fólkaræðisaktivistur.

Phyo Zeya Thaw varð handtikin í november í fjør og dømdur til deyða í januar fyri at hava brotið antiyvirgangslógir í Myanmar. Kyaw Min Yu varð eitt kent andlit undir uppreistrinum í 1988 móti fyrrverandi hernaðarstýrinum í Myanmar, og varð hann handtikin í oktober í fjør.

Hernaðarstýrið, sum framdi eitt kvett 1. februar í fjør, og koyrdi Aung San Suu Kyi og stjórn hennara frá, hevur verið fyri nógvum atfinningum eftir, at stýrið boðaði frá í juni, at ætlanin var at gjøgnumføra avrættingarnar.

Antonio Guterres, ST-aðalskrivari fordømdi avgerðina hjá hernaðarstýrinum og segði, sambært Ritzau, at tað var "eitt greitt brot á rættin til lív, frælsi og persónliga trygd".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder