Fyrr í vikuni fóru fyrstu farmaskipini við korni úr Ukraina, og í morgun fóru fýra farmaskip afturat av stað.
Umborð eru yvir 160.000 tons av mais og annað, skrivar DR.
Í gjár kom eitt skip úr Barbados til havnina í ukrainska býnum Tjornomorsk, sum liggur nærindis Odessa.
Sambært Ritzau er talan um fyrsta útlendska farmaskipið, sum er komið til Ukraina síðan kríggið byrjaði í februar.
Ukraina er ein av heimsins størstu kornútflytarum, men undir krígnum hevur ikki borið til hjá ukrainum at útflyta korn umvegis Svartahavið – inntil fyri einari viku síðani, tá avtala var komin í lag millum Russland, Ukraina og ST.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald