Innanlands

Fýra ferðsluóhapp í gjár

Í øllum fýra førum var talan tó bert um materiellan skaða

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-11-28 11:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kavi og hálka hevur elvt til fleiri ferðsluóhapp seinastu dagarnar, og seinnapartin í gjár skrásetti løgreglan fýra óhapp kring landið.

Eitt óhapp var í Klaksvík, eitt var í Suðuroynni, eitt var á Gomlurætt, og eitt var beint við Leirvíkstunnilin.

Í øllum førum var talan um bilar, sum fóru á glið í hálkuni. Í eina førinum fór ein bilur á rull, men í øllum førum var tó bara materiellur skaði, verður sagt av politistøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder