Uttanlands

Fýra fólk deyð undir gíslatøku í Mississippi

Ein persónur er undir illgruna, men løgreglan í Mississippi fær ikki sagt nógv meira um málið

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-02-17 12:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fýra fólk vórðu dripin í einum stríði, sum gjørdist til gíslatøku í í amerikanska statinum Mississippi í nátt. Hesum boðar lokala løgreglan frá, sambært TV2.

Tað byrjaði við einum samanbresti í einum heimi í býnum Clinton. Samanbresturin elvdi til eina gíslatøku, sum vardi í 12 tímar og endaði í nátt við skotbardaga við løgreglufólki.

Talsfólk hjá løgregluni í Clinton váttar, at fýra fólk hava latið lív, men tað ber ikki til at siga so nógv meira um hendingina.

Løgreglan hevur tó afturhildið ein persón, sum er undir illgruna fyri at standa aftanfyri hesum.

Tvey lítil børn vóru í húsinum undir gíslatøkuni, men tey vóru leyslatin, áðrenn skotbardagin byrjaði.

Málið verður í løtuni kannað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder