
Fýra fólk, ið eru millum 32 og 46 ár, fingu í dag langar fongsulsrevsingar í einum í málinum um smugling av rúsevnum úr Danmark til Føroyar í seglbáti.
Hetta hendi í Føroya Rætti, sum metti tað vera prógvað, at tey fýra fólkini 29. august í fjør vóru saman um at smugla umleið 22 kilo av hassji og umleið 3,8 kilo av amfetamini til Føroyar við einum seglbáti, sum einar tvær vikur frammanundan hevði lagt út á hav úr Horsens í Danmark, skrivar løgreglan í tíðindaskrivi.
Ein 43 ára gamal maður úr Horsens var funnin sekur í at flyta rúsevnini við seglbátinum, meðan ein 32 ára gamal føroyingur varð funnin sekur í at taka ímóti ólógligu vørunum í Vágsbotni í Havn, har hann síðan varð tikin av politinum, sum fann rúsevnini í bilinum hjá honum.
Ein 41 ára gamal maður og ein 46 ára gamal maður úr Danmark vórðu dømdir fyri at hava lagt til rættis og skipað fyri rúsevnissmuglingini sum bakmenn. Báðir vóru í januar skuldsettir í málinum undir eini rannsóknar- og handtøkuatsókn, sum NSK, National Enhed for Særlig Kriminalitet, gjørdi í samstarvi við fleiri politiøki í Danmark. Skatta- og tollmyndugleikarnir í Føroyum og í Danmark hava eisini stuðlað politinum í kanningararbeiðnum.
NSK stuðlar øllum politiøkjunum í ríkisfelagsskapinum. Hetta málið hevur verið grundfest hjá Føroya Politi. NSK hevur serliga stuðlað við kanningum móti bakmonnunum og við løgfrøðiligum metingum hjá ákæruvaldinum, sum eisini - saman við ákæruvaldinum í Føroyum - hevur møtt í samband við rættarmálið í Føroya Rætti.
Dómarnir fullu soleiðis:
32 ára gamal føroyskur maður: 6 ára fongsulsrevsing
41 ára gamal maður: 11 ára fongsulsrevsing
43 ára gamal maður: 8 ára fongsulsrevsing
46 ára gamal maður: 7 ára fongsulsrevsing
Tveir persónar, 44 ára gamli skiparin og ein 63 ára gomul kvinna blivu fríkend.
Teir fýra, sum fingu fongsulsrevsing hava allir kært dómarnar til landsrættin. Tríggir teirra krevja frídøming, meðan ein hevur kært fyri at fáa linari revsing. Allir fýra vóru fongslaðir eftir dóm.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald