Eitt kníválop var í franska høvuðsstaðnum París í dag nærindis gomlu skrivstovuni hjá satirublaðnum Charlie Hebdo, sum varð álopin fyri fimm árum síðani.
Fýra fólk vórðu stungin seinnapartin, og hjá tveimum teirra er støðan hættislig.
Sambært Reuters hevur franska løgreglan handtikið ein persón í málinum.
Myndugleikarnir hava heitt á fólk um at halda seg burtur frá økinum, og metroin er eisini steðgað at koyra í økinum.
Tað var í januar 2015 at lopið varð á skrivstovuna hjá Charlie Hebdo, og 12 fólk lótu lív. 2. september í ár byrjaði rættarmálið móti tveimum persónum, sum eru undir illgruna fyri at vera samsekir í málinum um yvirgangsálopið á Charlie Hebdo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald