Aftur í ár er føroyska landsliðið við í Continental Sheepdog Championship (CSC), og teir fýra hundarnir skulu vísa seg fram í dag.
CSC er evropameistarakapping fyri seyðahundar. Kappingin er hesaferð í Eysturríki í ár. 108 hundar luttaka í kappingini, og teir umboða samanlagt 18 lond.
Soleiðis greiðir Seyðahundasamband Føroya frá á heimasíðu sínari.
Mynd: hundar.fo
CSC fer av bakkastokki verður í dag, mikudagin 28 August. Tríggjar teir fyrstu dagarnar verða innleiðandi kappingar.
Finalan er á skránni sunnudagin 1. september, tá seks teir bestu hundarnir úr hvørji innleiðandi kapping kappast.
Føroyar luttaka við fýra hundum, sum samanlagt trý fólk taka sær av.
Talan er um Tummas Jacobsen við tíkini Linn og hundinum Moss. Jónstein Petersen við hundinum Gripur og Ketty A. H. Winther við tíkini Ragna, skrivar hundar.fo.
- Føroyar hava undanfarin ár staði seg væl í kappingini, har fleiri av verðins bestu hundum luttaka. Spennandi verður at fylgja við hvussu fer at hilnast hjá teimum í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald