Innanlands

Fýra fyritøkur vilja umbyggja Eirargarð

Lisitatión hevur verið Landsverki

2019-09-30 17:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Landsverk heitti herfyri á fyritøkur um at geva tilboð upp á umbygging og dagføring av bigninginum Eirargarður 14 a. Fýra fyritøkur hava nú bjóðað seg fram og latið inn tilboð.

Eirargarður 14 a skal umvælast og dagførast. Uppgávurnar fevna millum annað um umbygging av køki, vesum, uppseting av ventilatión og dagføring av ljós- og gólvbúnaði. Hetta eru bert nakrar av uppgávunum.

Freistin at lata inn tilboð var úti hósdagin í farnu viku, og hesi tilboðini komu inn. Allar upphæddir eru uttan meirvirðisgjald:

Spf. Búsetur 4.172.398 krónur
Spf. JEP Smíð 3.333.428 krónur
Spf. Eysturlon 3.907.251 krónur
Pf. J&K Petersen 5.572.786 krónur

Landsverk fer nú at gjøgnumganga innkomnu tilboðini, og niðurstøða um vinnandi tilboð verður fráboðað skjótast gjørligt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder