2019-09-28 10:24
Í morgun varnaðust fólk í Sandvík, at fýra grindahvalir lógu á sandinum, og bert ein teirra var livandi.
Tommy Olsen, grindaformaður í Sandvík sigur, at hvalirnir lógu har, tá fólk vaknaðu í morgun, og ógreitt er, um teir hava ligið har alla náttina.
Sum skilst er støða enn ikki tikin til, hvat gerast skal við hvalirnir.
Seinnapartin í gjár vórðu 3-5 grindahvalir eisini sæddir út fyri Sandvík, men avgjørt var ikki at halda teir til.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald