Uttanlands

Fýra handtiknir fyri morðroyndir í Keypmannahavn

Tríggir ungir menn vórðu skotnir í Husum í síðstu viku

2018-06-27 11:52 Author image
Ari av Rana
placeholder

Løgreglan í Keypmannahavn hevur handtikið fýra menn í samband við eina skothending í síðstu viku. Tríggir mans vórðu løstaðir í skothendingini.

Teir tríggir menninir, sum eru 19, 21 og 22 ára gamlir, vóru fluttir á sjúkrahús, men hava ikki verið í lívsvanda.

Hesir fýra, sum nú eru handtiknir, verða ákærdir fyri morðroynd. Ein fimti maður varð eisini handtikin fyri at eiga 13 kilo av hash.

Seinastu tíðina hava fleiri skothendingar verið í Husum, og løgreglan hevur fyrr sagt, at tey halda, at talan er um stríð millum tveir bandar, skrivar TV2. Løgreglan heldur, at orsøkin til stríðið er, at onkur hevur stolið eina stóra nøgd av hash. Hetta skal hava eitt virði á uml. fimm milliónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder