Innanlands

Fýra innløgd av koronu

Umframt tey fýra, eru tveir sjúklingar innlagdir av aðrari orsøk, men eru testaðir positivir við koronu. 269 nýggir tilburðir vórðu staðfestir í gjár, 209 eru staðfest frísk aftur

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-01-12 17:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seks fólk eru nú innløgd í Sjúkrahúsverkinum við koronu. Fýra av teimum av koronu og tvey av teimum av aðrari orsøk, men eru testaðir positivir við koronu.

Sostatt er talið á innløgdum av koronu økt við einum síðani í gjár.

269 nýggir koronutilburðir eru staðfestir seinasta samdøgrið og 209 fólk eru staðfest frísk aftur eftir at hava verið positiv við koronu.

Í løtuni eru 1724 fólk smittað. Hetta er tað hægsta nakrantíð.

2941 kanningar vórðu gjørdar í gjár.

Les eisini: Koronukanningar: Brúka hálva millión um dagin


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder