
Fýra ísraelsk herfólk lótu í gjár lív í einum libanesiskum dronuálopi móti einari hernaðarstøð nærindis Binyamina, sunnanfyri Haifa í norðara parti av Ísrael.
Sjey onnur herfólk vórðu eisini særd í álopinum, sum Hizbollah-rørslan stendur aftanfyri.
Fyrr á kvøldinum boðaði Hizbollah frá, at tey høvdu sent ein hóp av dronum móti hernaðarstøðini í Binyamina-økinum.
Ísraelsku myndugleikarnir hava boðað frá nógvum særdum ísraelum í økinum. Talan er um í minsta lagi 58 særd, skrivar BBC.
Av teimum særdu eru fýra álvarsliga løstað.
Hizbollah hevur boðað frá uppaftur fleiri álopum, um Ísrael ikki gevst við sínum álopum á Libanon, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald