Føroysk vinnukaving mennist alsamt, og fleiri kavarar velja hesa vinnu sum lívsleið. Hetta slær Faroe Dive frá í stuttum tíðindaskrivi
Tørvur er á kavarum til ymiskar uppgávur kring landið, og í løtuni taka fimm ungir mans útbúgvingina í Føroyum. Hetta til tað sum eitur vinnukavari.
Kavarar hava tørv á nøkrum heilt serligum lutum og eisini amboðum fyri millum annað trygt.
Eitt er trygdaramboðið trýstkømur. Tey verða brúka til at trýstlætta kavarar ella at hjálpa og viðgera kavarar, um teir fáa kavarasjúku. Hetta kann henda, um ein kemur ov skjótt uppeftir aftur eftir eina kaving.
Seinnapartin í gjár avgreiddu fýra av teimum, sum eru undir útbúgving í løtuni, venjingar við trýstkamari. Hesar vóru í Klaksvík og gingu sera væl, skrivar Faroe Dive.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald