
Seinasta samdøgrið hevur løgreglan tikið fleiri bilførarar fyri ymisk brot á ferðslulógina.
Seinnapartin í gjár hevði løgreglan eitt málrættað átak á Marknagilsvegnum í Havn, har kannað varð, um bilførarar nýttu hondhildna fartelefon, og millum klokkan 16 og 17 fingu fýra bilførarar klipp fyri hetta, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Í nátt vórðu tveir bilførarar eisini tiknir fyri at koyra ávirkaðir.
Fyrri bilførarin varð tikin á Skálafjørðinum stutt fyri klokkan eitt. Tað vísti seg, at hann var ávirkaður av rúsevnum, og eisini hevði hann útgerð at roykja hassj við, og bleiv tað sostatt til tvær skuldsetingar.
Seinni bilførarin varð tikin á Sandoynni millum klokkan eitt og tvey. Hann var ávirkaður av rúsdrekka, og tað er hann nú skuldsettur fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald