2023-09-22 08:20

Ellivu mál vóru tá løgreglan fyrrapartin í gjár gjørdi ferðmátingar í Vágatunlinum.
Fýra klipp vórðu givin til bilførarar, sum koyrdu 104 km/t, 106 km/t, 107 km/t og 111 km/t. Ein bilførari hevði serliga tunan fót og varð tikin fyri at koyra 120 km/t. Hann fær treytaða frádøming av koyrikortinum, og verður noyddur at taka tað av nýggjum.
Eisini var ein bussur máldur at koyra ov skjótt. Hann koyrdi 90 km/t. Bussar og onnur stór akfør kunnu í mesta lagi koyra 70 km/t á landsvegnum í mun til onnur akfør sum kunnu koyra 80 km/t.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald